Mentan

Ummæli av “Game of Thrones”: Missa nógv av teimum vit eru farin at elska

Kríggið í kavastormi móti teimum deyðu er byrjað, og nógv lata lív. Nýggjasti parturin fær fýra av fimm P’um

(Mynd: HBO)

(Mynd: HBO)

2019-04-29 20:52 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Eftir at hava bíðað í sesong aftaná sesong eru vit endiliga har, vit øll hava bíðað eftir. Stríðið millum tey livandi og tey deyðu.

Fyrstu tveir partarnir hava verið karakteruppbyggjand, men nú kom tann parturin sum alt hevur lagt upp til. Parturin við krígnum.

The Night King og hansara herur eru komin til Winterfell. Eftir partin í síðstu viku, er tað eingin loynidómur at kríggið fór at koma nú. Men hóast at hetta er eitt sindur eftir bókina, so prógvar hesin parturin, at tað óvæntaða kann enn henda. Game of Thrones megnar enn at yvirraska, hóast man kanska hevur hugt eftir eitt sindur ov nógvum ókontroversiellum teorium á Youtube.

[object Object]Jamie Lannister, Ser Brienne og hini eru klár til bardaga (Mynd: HBO)

Tað er leikstjóri Miguel Sapochnik, sum hevur verið uppá spæl. Hann stóð fyri "Battle of Bastards" sum eisini var eitt ikoniskt kriggj, og enn einaferð megnar hann at levera og taka okkum av bóli í hesum krígnum millum tey deyðu og tey livandi.

Meðan man situr og hyggur, er tað ofta man hugsar "fara tey at klára tað?" Parturin er sera myrkir, og nógv doyggja. Vit missa nógvar av teimum persónunum vit eru farin at elska, men vit vita ikki heilt hvussu nógv enn.

[object Object](Mynd: HBO)

Tað kann blíva eitt sindur strævið viðhvørt meðan man hyggir, tí tað er rætt og slætt so nógv sum hendir í senn. Her eru nógvir persónar man fylgir, og tempoið er høgt alla tíðina. Inn ímillum situr man bara og roynir at trygja sær, at ongin av eimum týdningarmiklu doyggja. Og tá eitt kríggj er so umráðandi, hendir tað sjálvandi um náttina. Hetta ger, at tað við hvørt er torført at fylgja við.

Tað bilar tó ikki, tí parturin hevur so nógv at bjóða uppá. Út yvir spennandi og hendingarríkar løtur, er eisini øll persónmenningin sum Game of Thrones hevur bygt so nógv uppá, sum kemur til sín rætt. Har eru løtur millum Sansa og Tyrion umframt millum Arya og the Hound, har mann situr eitt sindur "Áh" og verður heilt kensluborin. Eisini hava nógvir persónar sína einstaklingaløtu undir bardaganum, har tey veruliga sleppa at skína, og vísa seg sum tær hetjurnar tær eru.

[object Object](Mynd: HBO)

CGI (teldugjørdar myndir) feilar heldur einki. Vit hava tann obligatoriska drekabardagan, og hóast alt er gjørt hálvmyrkt og í kavastormi, megnar Sapochnik at levera.

Nú tá triði partur er farin aftur um bak, eru vit komin í helvt við hesum umfarinum. Vit eru komin ígjøgnum tí longu náttina, og tí er tað lagt upp til nógv politiskt maktspæl og intrigur niðri í Kings Landing frá nú av.

Hóast hetta er ein ein krígspartur við kavastormi og myrkri, megnar hann enn at vera originalur og fjølbroyttur. Nú tá kríggið er yvirstaðið, kann alt henda.

Game of Thrones, umfar 8, partur 2 (4/5)
HBO Nordic

[object Object]

 

Les undanfarnu ummæli av Game of Thrones:
Partur 2: - Helst bíligasti partur í hesari sesongini
Partur 1: - Game of Thrones leggur ikki hart út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder