Mentan

Ummæli: Depp skuffar ikki sum óndsinnaður Grindelwald

The Crimes of Grindelwald er kanska heldur torskiltur, men verdur at hyggja eftir

Johnny Depp spælir leiklutin sum óndsinnaði gandakallurin Gellert Grindelwald

Johnny Depp spælir leiklutin sum óndsinnaði gandakallurin Gellert Grindelwald

2018-11-22 20:28 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

“Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald” er annar filmur í Harry Potter spin off-røðini, bygd á bókina hjá J.K Rowling “Fantastic Beasts and Where to Find Them” (á føroyskum, Undursom djór og har tey eru).

Tveyarin heldur framm har eittarin slapp. Vit eru enn í 1920’unum, og óndi og máttmikli gandakallurin, Gellert Grindelwald er flyggjaður. Hann hevur ætlarnir um at savna eitt fylgi av líkasinnaðum gandakallum og gandakonum at taka ræðið á teimum, ið ikki duga gand. Eins og í fyrsta filmi fylgja vit Newt Scamander (Eddie Redmayne), sum í hesum filminum er í ferð við at basa Grindelwald saman við einum ungum Albus Dumbledore.

[object Object]Dan Fogler og Eddie Redmayne í leiklutunum sum Jacob Kowalski og Newt Scamander

Í filminum hitta vit aftur Jacob Kowalski, Tina Goldstein og Queenie Goldstein úr fyrsta filminum, umframt at vit hitta gamlar kenningar úr Harry Potter-heiminum, sum t.d. Dumbledore og Nagini. Hetta elvir eisini til, at rættiliga nógvar hendingar fara fram í senn, og hetta fær filmin at sínast heldur fløktan. Reyði tráðurin kemur tó fram í endanum, har alt gongur upp í eina størri eind.

[object Object]Jude Law í leiklutinum sum ein ungur Albus Dumbledore

Filmurin hevur nógv viðurkend nøvn, ikki bara millum sjónleikararnar men eisini í sjálvari framleiðsluni eru fólk við, sum hava drúgvar royndir innan Harry Potter-heimin.

Jude Law spælir tann ungi Albus Dumbledore, og Johnny Depp hevur leiklutin sum óndi gandakallurin Grindelwald.

Nógv kjak hevur verið um valið av Johnny Depp í hesum leiklutinum, eftir at hann varð ákærdur fyri harðskap móti fyrrverandi konu sínari, Amber Heard. Tað sleppst tó ikki undan, at Depp spælir leiklutin sum Grindelwald ótrúliga væl.

[object Object]

Leikstjórnað filmin hevur David Yates. Umframt fyrsta “Fantastic Beasts”-filmin hevur hann eisini verið við í framleiðsluni av fýra av teimum átta Harry Potter-filmunum, og hetta sæst. Eisini er tað J.K. Rowling sjálv, sum hevur skrivað handritið til filmin, eins og hon skrivaði handritið til fyrsta filmin. Tí er lagt upp til ein stórfingnan film fyri Harry Potter-fjepparar ella sonevnd Potterheads. Filmurin hevur eisini nógvar tilvísingar til søguna um Harry Potter at nøkta hesum málbólki; umframt at vit síggja ein yngri Albus Dumbledore, síggja vit í filminum eisini Hogwarts, gandaskúlin har meginparturin av søguni um Harry Potter gongur fyri seg.

Men filmurin hevur meira at bjóða uppá, enn bert at vera ein partur av Harry Potter-heiminum.

Huglagið er øðrvísi í hesum filminum enn í fyrsta filminum. “The Crimes of Grindelwald” sýntist myrkari, og er hann ein meira kensluborin spenningsfilmur í mun til tann fyrra. Filmurin viðger vælkend høvuðsevnir sum tað góða móti tí ónda, men eisini eru undirliggjandi politisk evnir. Stríðið millum gandafólk og muglarar (fólk, ið ikki duga gand) minnir ikki sørt um tað, vit hava sæð millum hvít fólk og minnilutabólkar í okkara heimi.

Hóast visuellu effektirnar eru flottar, og at filmurin hevur nokk av action, ger søgufrágreiðingin og talið av ymiskum leiklutum filmin heldur torskildan. Hevur mann tó sæð fyrsta filmin í “Fantastic Beasts”-røðini, er hesin næsti filmurin heilt víst verdur at síggja. Johnny Depp í leiklutinum sum ein tjóðskaparligur óndur gandakallur skuffar ikki.

Eftir ætlan verða tilsamans fimm filmar í “Fantastic Beast-røðini, og triði filmurin verður væntandi at síggja í biografunum í 2020.

Fantastic Beasts: The Crime of Grindelwald (3/5)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder