Mentan

Ummæli: Has#tag - Ein ungdómsrøð eisini til eldra ættarliðið

Fín røð til vanrøktan málbólk. Fyrstu tveir partarnir eru tó nakað grunnir, heldur ummælari. Sendirøðin fær fýra av fimm "P"

Í sendirøðini fylgja vit fýra ungdómum (Skíggjamynd úr Has#tag, KVF)

Í sendirøðini fylgja vit fýra ungdómum (Skíggjamynd úr Has#tag, KVF)

2019-02-07 21:08 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Síðsti partur av sendirøðini Has#tag varð sendur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í kvøld. Í alt hava fýra partar verið sendir av ungdómsrøðini.

Sendirøðin sæst á kvf.fo her

Ein vanrøktur málbólkur
Ungdómurin er ein bólkur sum ofta hevur verið rættiliga misrøktur í fíggjarætlanini hjá Kringvarpi Føroya. Man hoyrir ofta ung ídag hyggja ikki nóg nógv eftir Kringvarpinum, og at tilfar til hesi er nakað sum manglar. Hendan trupulleikan ger Maria Winther Olsen tó nakað við. Hon hevur nevniliga framleitt ungdómsrøðina Has#tag.

[object Object]Katrin Sigurpálsdóttir Kamban til høgru (Skíggjamynd úr Has#tag, KVF)

Has#tag er ein ungdómsrøð, har vit fylgja fýra ungdómum. Vit fáa innlit í lívinum hjá Hjalta, Leo, Katrin og Leyvoy í fýra pørtum, sum snúgva seg um hvør sítt evni. Fyrsti partur er mest ein inngangur har vit síggja hvørji hesi fólkini eru. Annar partur snýr seg mest um ball og summar, meðan triði partur um kærleika, sex, kyn og kropp. Síðsti partur snýr seg mest hvat tey ætla, og teirra vónir fyri framtíðini. 

[object Object]Hjalti Hammer Matras (Skíggjamynd úr Has#tag, KVF)

Eitt kent navn
Maria Winther Olsen hevur bæði filma og lagt til rættis, umframt at hon stendur fyri bæði klipping og ljóðmynd. Hóast rættiliga ung, 27 ár, hevur Maria Winther Olsen longu verið virkin innan filmsheimin í meira enn tíggju ár, og er vorðin eitt kent andlit innan hesa yrkisgreinina. Millum annað vann hon í 2015 filmslistaheiðurslønina hjá Spotfestivalinum, sum er ein afturvendandi festivalur í Århus. Sama ár vann hon eisini ársins miðlaheiðursløn hjá LGBT fyri stuttfilmin “Sum Einglar Vit Falla”. Eisini hevur hon royndir innan spælifilmar, og hevur framleitt filmin Nina. Við Has#tag kann Maria eisini seta filmsframleiðslu innan sendirøðir á lívsrenslinum hjá sær.

Navn og layout – Tað tekniska
Navnið á røðini er sum áður nevnt Has#tag. Hetta verður spælt tann hátt, at við hvørt eru ymisk hashtags og tekstir sum hoppa framm á skermin, sum leggja ymiskt avrat, og skoyta uppí til tað sum luttakarnir siga. Hugskotið er í sær sjálvum fínt nokk, og man sær ofta líknandi í røðum hjá eitt nú DR ella NRK. Uppseting og snið á hesum kundi tó verið eitt meira gjøgnumført. Skriftslag og litir eru ikki regluføst, men broytast. Eisini loypur teksturin við hvørt upp á andlitið á fólkunum sum tosa, og hetta órógvar heldur enn gevur nakað til røðina. Tankin er tó fínur, men hetta kundi verið arbeitt meira við.

[object Object]Leyvoy í Gerðinum (Skíggjamynd úr Has#tag, KVF)

Nakað annað er sjálvt navnið Has#tag. Hetta navnið er helst valt við tí fyri eyga, at tað er ungdómurin sum hassjtagar mest. Navnið hevði tó helst hóska seg betur, um hetta var ein ungdómsrøð sum legði dent á sosialar miðlar, heldur enn eina víðfevnda ungomsrøð. Hetta navnið hevði helst eisini hóska seg betur, um hetta var fyri nøkrum árum síðani, tí hassjtag er ídag blivið nakað sum vit øll gera, og sum yngra ættarliðið ikki longur hevur einarætt til.

Gongdin
Í fyrsta parti fáa vit eitt stutt innlit í lívið hjá teimum persónunum vit síggja í røðini, og flyta okkum so í næsta parti til ball og summar. Av tí at partarnir eru so stuttir, (á leið 30 minuttir hvør) og vit hava við fýra ymsikum fólkum at gera, ber sjálvandi ikki til at fara so nógv niður í dýbdina. Hesi bæði fyrstu evnini eru heldur ikki so djúp, og tí virka báðir fyrstu partarnir heldur grunnir. Hesir báðir partarnir geva tó enn eina fína lýsing allíkavæl, og hendan fyrsta helvtin gevur eina fína løtumynd av ungdóminum. Og hóast talan er um eina ungdómsrøð, kann hendan løtumyndin vera áhugaverd hjá ymiskum ættarliðum at síggja, og rakar har við ein breiðari málbólk enn hon upprunaliga er ætlað til.

Eisini eru tey fýra fólkini vit síggja sera ymisk. Tey hava ymisk áhugamál, gera ymisk ting, og búgva ymiska staðni í landinum. Hetta gevur variatión og ger røðina dynamiska.

[object Object]Leo Lávík (Skíggjamynd úr Has#tag, KVF)

Has#tag mennist tó part fyri part, og vit síggja fleiri nuansur av lívunum hjá luttakarunum longur vit koma inn í røðina. Partur trý viðgerð nøkru djarvari evnir enn hinir partarnir (kærleiki, sex, kyn og kroppur) og fjórði partur er verður meira autentiskur og djúpur, har vit hoyra um framtíðarætlanir og vónir hjá luttakarunum.

Ein perla hjá Kringvarpinum
Alt í alt er Maria Winther Olsen sloppin rættiliga væl frá tí, og hevur gjørt eina heilt fína røð til ein vanrøktan málbólk. Man kundi hugt eitt sindur meira uppá tað tekniska, men hetta er tó heilt víst ein perla hjá Kringvarpinum at hava í skjalasavninum hjá sær til framtíðini. Røðin rakar ein rættiliga breiðan málbólk, og verður betri og betri meira mann sær.

Has#tag, KVF (4/5)
Sendirøð, fýra partar

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder