Mentan

Ummæli: Kim og Kemm seta orð á tað vit onnur hugsa

Kemm hevur givið sær sjálvum eina fríheit til at kunna seta orð á tað, hann kennir til, men eg eri sera fegin um, at hann soleiðis tekur okkum øll onnur við á hesa ferðina, sum gevur so nógv at hugsa um, sigur ummælarin um nýggja lagið "Lagnan"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-28 13:55 Author image
Fríðálvur A. Jensen
placeholder

Enn eina ferð hevur Kemm tikið í aftur pennin og setur orð á tað, okkara lív á foldum hevur til okkum av avbjóðing. 

Eg hugsi kortini at orðini eru meira hvøss hesaferð, tí ongin ivi er um, at hjá honum kann lívið onkuntíð tykjast harðligt og ikki so rættvíst. Men aftur her fær ein hesa kensluna av eini frígering, at hann á henda hátt kann seta orð á og deila við okkum onnur, sum ofta kunnu taka alt, meira ella minni, fyri givið.

Mær dámar sanniliga tekstingina hjá Kemm, tí ikki bara hevur hann sínar avbjóðingar, men eisini fái eg hesa kensluna av eini áminning um, at alt ikki altíð bara er ein dansur á rósum.

Sanniliga er hann eisini ljósur og vísir á tað ljósa, sum vit skulu taka til okkum og fegnast um.

Tað er eitt sera heppið val, at hava fingið Kim Hansen at taka sær av tí sangliga partinum, tí tað er ikki at dylja fyri, at ikki bara er hann millum okkara frægastu, men hann leggur seg ordiliga eftir at fáa orðini væl og skilliga fram, so vit verða tikin við í tað, Kemm vil siga okkum.

Eisini er sjangran løgd júst har hon skal, tí um akkordirnar kunnu standa frammi í einum pompøsum dámi, er ferðin á tónleikinum løgd soleiðis, at ein fær eina góða og trygga uppliving.

Tað er eisini løgd ein góð og nærløgd hond á tónleikaliga partin, tí her er gott klaverspæl og ikki minst dámar mær góða guitarspælið, sum onkursvegna gevur eitt “outbreak” og hóskar væl inn í samlaða tónleikaliga úrslitið.

Produktiónin er eisini á einum rættiliga høgum støði, tí her er talan um eina góða javnvág millum sangin og tónleikin.

Tað er ongin ivi um, at Kemm aftur her hevur givið sær sjálvum eina fríheit til at kunna seta orð á tað, hann kennir til, men eg eri sera fegin um, at hann soleiðis tekur okkum øll onnur við á hesa ferðina, sum gevur so nógv at hugsa um.

Eisini er tað sera jaligt og gevandi, at ymsu tónleikararnir taka undir við tí, sum Kemm Poulsen leggur úr hondum.

Her verður ongin stjørna sett á, tí stjørnurnar eru tit – takk fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder