Mentan

Ummæli: Lady Gaga sum vit ikki hava sæð hana fyrr

A Star is Born er blivin tilnevndur fimm Golden Globes umframt fýra Grammys. Millum bestu filmar, sum eru framleiddir í ár, heldur føroyskur ummælari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-12-09 16:10 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

“A Star is Born” er eitt romantiskt drama. Filmurin er ein endurspæling av filminum frá 1937 av sama navni. Hesin filmurin plagar at koma aftur á banan 20-40inda hvørt ár, bara við nýggjum kendum sjónleikarum, og hetta er fjórðu ferð, at filmurin er gjørdur. Her er tó talan um eina meira nútíðarhóskandi endurtulking við nøkrum broytingum í handritinum.

Til frumsýningina í Havnar Bio hóskvøldið var salurin á tremur við fólki og nógv høvdu glett seg til síggja endurgerðina av hesum klassikaranum.

[object Object]Bradley Cooper og Lady Gaga

Filmurin snýr seg um ungu Ally (Lady Gaga), sum er ein evnaríkur tónleikari. Hon dugir bæði at syngja, spæla ljóðførir, og at skriva tónleik.  Hóast hennara mongu tónleikagávur, hevur hon ringt við at sláa ígjøgnum. Hollywood er ein hørð bransja, har útsjónd hevur nógv at siga, og hetta spælir ikki til hennara fyrimun. Hon hittir tó kenda country tónleikaranum Jackson Maine (Bradley Cooper), sum beinan vegin sær hennara gávur og hjálpir hana at sláa ígjøgnum. Jackson hevur tó sítt at stríðast við. Hann er djúpt plágaður og stríðist við alkoholismu. Saman royna Ally og Jackson at styrkja hvønn annan og koma ígjøgnum truplu tíðirnar.

Vit eru von við at síggja Bradley Cooper sum sjónleikara, men í hesum førinum hevur hann eisini framleitt filminum. Upprunaliga var tað ætlanin, at Clint Eastwood skuldi standa aftanfyri filmin, men hann takkaði nei, og tí endaði Bradley Cooper við at taka yvir. Og Cooper ger eitt framúrskarandi arbeiði. “A Star is Born” er meira enn bert ein kærleikssøga, hann er ein ærlig frágreiðing um bæði lívið sjálvt og lívið sum tónleikastjørna.

Hetta er Lady Gaga, sum vit ikki hava sæð hana fyrr. Lady Gaga er kend fyri sítt serlindi, t.d møtti hon upp í einum kjóla av kjøti til MTV Video Music Awards í 2010. Í leiklutin sum Ally virkar hon øgiliga jarðbundin, og hetta ger filmin autentiskan.

Bradley Cooper ger eitt framúrskarandi arbeiði í leiklutinum sum sinnisplágaði Jackson, og hann spælir sera sannførandi. Tó manglar hansara leiklutur eitt sindur av bakgrundssøgu, og vit fáa ongantíð veruliga at vita, hvat tað er, sum ger, at hann hevur tað so trupult. Hetta ger tað torført at skilja hann. Eisini kundi filmurin verið eitt sindur styttri. Onkuntíð gekk søgan í filminum rættiliga seint fyri seg. Tónleikurin var góður, men hóast tað, gjørdi hetta einki fyri sjálva søgugongdina og persónsmenningina.

[object Object]

Tónleikurin spælir ein sera stóran leiklut í filminum. Bradley Cooper vísur, at hann dugir at syngja og við Lady Gaga á síni lið, verður hetta ein perfekt duo. Søgan verður eisini greidd frá ígjøgnum tónleikin, sum fyri tað mesta er sera kensluborin og inniligur. Tó eru eisini pop hit og country sangir, umframt kend coverløg. Í gjøgnum tónleikin fylgja vit eisini menningina hjá høvuðspersónunum. Og tað er tónleikurin, sum veruliga lyftir filmin, so hann fer frá at vera ein vanligur Hollywood filmur til ein “must see” fyri allar romantikarar. Eisini hevur Lady Gaga verið við til at skriva sangin “Shallow”, sum bæði er blivin tilnevndur eina Grammy umframt eina Golden Globe.

Hóast okkurt manglar í filminum, so er hetta tó ein sera góð endurspæling, og har fullu nøkur tár í Havnar Bio hetta kvøldið.

“A Star is Born” er helst millum bestu filmarnar, sum eru framleiddir í ár, og er hetta ein fín fyrsta roynd frá Bradley Cooper innan filmsframleiðslu. Um mann dámar romantiskar filmar við sangi og tónleiki, er “A Star is Born” heilt víst verdur at síggja.

A Star is Born (4/5)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder