Innanlands

Ummæli: Nakað flákrutur í onkrum føri

Føroyski spælifilmurin “Nina” varð frumsýndur í Havnar Bio herfyri. Hann fær 3,5 P

Maria Sønderberg Tourell og Mike Viderø (Mynd: Nina)

Maria Sønderberg Tourell og Mike Viderø (Mynd: Nina)

2019-10-01 19:04 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Nógv er hent í føroysku filmsvinnuni seinastu árini. Vit hava sæð, at fleiri stuttfilmar hava klárað seg væl, og nú eru spælifilmarnir komnir við í kappingina.

Nina er nýggjasta føroyska filmsverkið, sum Maria Winther Olsen hevur framleitt. Vit kenna m.a Mariu fyri sendirøðini Hassjtag, umframt virðislønta stuttfilmin Som Engle Vi Falder. Nú er hon aktuell við nýggjari framleiðslu. Sum áður nevnt, er talan um ein spælifilm.

[object Object]

Hetta er m.a ein kvinnulýsing, sum vísir hvat tað vil siga at vera ein kvinna, uppá gott og ónt, umframt ein filmur sum lýsir sálarsjúku. Filmurin er tikin upp í vøkru náttúruni í Mikladali.

Hann snýr seg um parið Ninu (Maria Tourell Sønderberg) og William (Nikolaj Dencker Schmidt), sum flyta til lítlu bygdina Mikladal. Nina fer at arbeiða við síni bók og halga seg til sín barnsburð, meðan William hevur turnus sum lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Nina verður tó meira og meira einsamøll í hesum avbyrgdu umstøðunum, og alt brestur saman, tá hon byrjar at fáa samband við prestin Fríða (Mike Viderø). Hetta er ein filmur, sum nemur við evnir sum einsemi, kærleika og sálarsjúku.

[object Object]

Nógvar gentur og kvinnur kunnu kenna seg aftur í tí, sum Nina upplivir, so sum einsemi, og at hava trupulleikar í parlagnum. Ketan hoppar tó eitt sindur av, tá tað gerst greitt fyri hyggjaranum at Nina er sálarliga sjúk. Filmurin missir á onkran hátt sína gjøgnumslagskraft, men eisini sína samanhangskraft, og tað verður torført at síggja hvat filmurin roynir at siga, tí mann sleppur ikki heilt í dýpdina við evninum. Hvat er tað, sum er galið við Ninu? Tað er ikki tí, tað hendir ov nógv, men tað hendir rætt og slætt ov ymiskt, og tí verður hesin annars sera góði filmurin eitt sindur flákrutur.

Filmurin er annars sera vakur, og nógv verður gjørt burturúr at brúka føroysku náttúruni, sum eisini myndar tær ymisku kenslurnar sum vit síggja. Hetta riggar væl, og her eru nógvar sterkar løtur. Eisini verður kópakonan brúkt í frágreiðingini, og hendan elligamla føroyska søgnin avspeglar lívið og kenslurnar hjá Ninu. Hetta er kreativt hugsað, og Maria Winther Olsen hevur gjørt hetta væl.

Eisini eru nógvar stuttligar løtur, sum eitt nú tá Nina kemur at vitja William, meðan hann drekkur øl saman við starvsfeløgum sínum, og hon hevur tikið muffins við.

[object Object]

Ein annar partur er sjónleikurin, sum í hesum filminum er á væl hægri støði, enn tað man ofta sær í føroyskum low budget filmum. Maria Sønderberg Tourell ger tað fantastiskt sum Nina, og fangar væl allar tær ymisku kenslurnar.

Mike ger tað eisini væl sum minimalistiskur prestur. Vit flestu kenna Mike sum ein rættiliga flákrutan sjónleikara, men hann ger tað betri enn væntað í hesum undirspælda leiklutinum.

Alt í alt er Nina er ein visuelt flottur filmur við góðum sjónleiki, og sum hevur sínar stuttligu løtur. Hóast tað til tíðir er torført, at síggja hvat filmurin vil, riggar søgan sum heild væl. Um tú væntar ein kommersiellan Hollywood film er hetta ikki nakað fyri teg, men um tú ert ein meira mentaður persónur, sum hevur áhuga í føroyska filmsheiminum, er hann verdur at síggja.

Filmurin verður í hesum døgum sýndur í Havnar Bio.

Nina (3,5 P)
Havnar Bio

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder