
Síðani mánadagin í síðstu viku hevur ruðulleiki valdað í samgonguni. Andstøðuppskotið um sammøður varð samtykt hóast landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum fóru í løgtingið at forða fyri hesum, og samgongan stóð til at bresta.
Tað hendi ikki tá, men í dag klokkan 13 hittast formenninir í teimum trimum samgonguflokkunum - Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum - fyri at fá greiðu á politisku støðuni.
Løgmaður hevur áður sagt, at flokkarnir eru sinnaðir at gera eina roynd at finna stevið aftur. Eisini hevur nýggi formaðurin í Sjálvstýri, Sámal Petur í Grund, bjóðað seg fram at koma uppí samgongusamstarvið.
Les eisini: Landsstýrisfólk í tingið: Halda ikki tað var í lagi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald