Innanlands

Umskipan av gamla kirkjugarði í Vestmanna til almenna hoyring

Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil.Vestmanna Bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin, soleiðis at hann verður betur skipaður, snøggari, hugnaligari og fær fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin á gravplássum at verða nøktaður í eini 20-25 ár fram í tíðina. Freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli

Mynd: vestmanna.fo

Mynd: vestmanna.fo

2022-06-08 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Ein slík verkætlan krevur varsemi og atlit, tí her eru okkara farnu løgd til hvíldar. Vit heittu tí á arkitektafyritøkuna EYA, um at gera eitt uppskot um, hvussu kirkjugarðurin kundi verði skipaður av nýggjum.

Soleiðis skrivar vestmanna.fo.

Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil.Vestmanna Bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin, soleiðis at hann verður betur skipaður, snøggari, hugnaligari og fær fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin á gravplássum at verða nøktaður í eini 20-25 ár fram í tíðina.

Almennur borgarafundur var hóskvøldið 2. juni 2022, har møguliga ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna. Tað var  Eyðun Eliasen, arkitektur, sum hevði framløgu um uppskotið, ið er ment í felag við Vestmanna bygdaráð.

Framløgan hjá EYA kann síggjast her

Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er nú sent til almenna hoyring, boðar Vestmanna Bygdarráð

- Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder