Innanlands

Umstøðurnar hjá ferðafólki á Syðradali mugu betrast

Vesivognurin á havnarlagnum skuldi bara vera ein fyribilsloysn, minnir varaborgarstjórin í Klaksvík á

Havnarlagið á Syðradali (Vevmynd: Landsverk)

Havnarlagið á Syðradali (Vevmynd: Landsverk)

2022-04-21 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Klaksvíkar kommuna í desember 2020 setti ein vesivogn upp á havnarlagnum á Syðradali, skuldi tað bert vera ein fyribils loysn, til ein verulig farstøð varð bygd.

Men síðan er onki hent.

Atli Justinussen, varaborgarstjóri, sum í løtuni virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu er als ikki nøgdur við umstøðurnar, sum verða møtt ferðafólkunum tá tey koma til Syðdadal á Kalsoynni, eitt tað best umtókta ferðamálið í Føroyum, sum hann málber seg.

[object Object]
Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann heitir nú á Landsverk um at fáa gongd á málið. Tað ger hann í tíðindaskrivi frá Klaksvíkar kommunu:

- Nú nærkast summarið og ferðafólkatalið út í Kalsoynna er longu økt sera nógv, men enn hómast ongin farstøð. Vesivognaloysnin á Syðradali er als ikki nøktandi og kann slett ikki góðtakast.

- Samskift hevur verið við Landsverk um havnarlagið í Syðradali seinastu fimm árini. Í 2020 gjørdi Landsverk eina tekning, sum bæði Klaksvíkar kommuna og Visit Faroe Island tóku undir við.

- Metingin var, at bygningurin kom at kosta kosta 1,8 milliónir krónur. Visit Faroe Island, sum ger eitt stórt arbeiði við at fáa ferðafólk til Føroyar, játtaði tá eisini 500.000 krónur til arbeiðið.

Atli S. Justinussen sigur, at Landsverk skuldi standa fyri byggingini og møguligum viðlíkahaldi, meðan kommunan skuldi átaka sær uppgávuna at reka farstøðina á Syðradalskai.

- Klaksvíkar býráð arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar hjá ferðfólki, sum vitja Kalsoynna. Hetta er tó ein landsuppgáva at loysa, men sum vit avgjørt stuðla undir at fáa loyst væl, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder