
Vágs kommuna: Í fíggjarætlanini fyri 2022 hevur býráðið í Vágs Kommunu sett pening av til at betra um hølisviðurskiftini í Vágs Skúla og um ferðslutrygdina við skúlan.
Gongdin við fólkavøkstri í Vági hevur við sær, at ábøtur skulu gerast í Vágs Skúla. Ábøtur skulu gerast á hølisviðurskiftini, so skúlin skal kunna taka ímóti vaksandi talinum av næmingum.
– Í dag húsar Vágs Skúli 1. til 10. flokk, serbreyt, musikkskúlan, barnagarðsstovuna Sóljuna og FabLab. Øll hesi tilboð krevja sítt pláss í skúlanum og ynski í býráðnum er, at næmingarnir trívast og hava bestu umstøður at læra í, sigur Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini.
Umframt, at hølisviðurskiftini verða betri, so er ætlanin eisini at skifta undirlagið á spæliplássinum við skúlan, og arbeiða víðari við at skipa komandi forskúlatilboð í Vágs Skúla.
Ferðslutrygdin við Vágs Skúla verður eisini betra. Í fíggjarætlanini eru pengar settir av til at gera fleiri parkeringspláss við Vágs Skúla. Eisini eru pengar settir av til at gera ein busslumma, so børn trygt kunnu fara í og úr bussinum, sum steðgar uttanfyri Vágs Skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald