Uttanlands

Undantaksstøða í Mississippi

Ein melduródn hevur um vikuskiftið havt við sær stóran skaða, og í minsta lagi 26 fólk eru deyð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-26 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur lýst undantaksstøðu í amerikanska statinum Mississippi, eftir at staturin varð raktur av einari melduródn fríggjakvøldið amerikanska tíð, upplýsa Hvítu Húsini.

Hetta merkir, at fígging frá samveldisstjórnini eisini kann brúkast í bjargingararbeiðnum í raktu økjunum. Talan er um sýslurnar Carroll, Humphreys, Monroe og Sharkey.

Fíggingin skal m.a. brúkast til stuðul til fyribilsbústaðir og umvælingar.

Og ódnarveðrið hevur elvt til nógvan materiellan skaða, umframt at tað hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív í Mississippi, og eitt í grannastatinum Alabama.

Leitingar- og bjargingararbeiðið í Mississippi heldur fram í dag, men fleiri stormar væntast at raka statirnir Alabama og Georgia, skrivar Ritzau.

[object Object]
(Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder