Uttanlands

Undantaksstøða í Stórabretlandi orsakað av hitabylgju

Sannlíkt er, at hitin í eitt nú Manchester, London og York fer upp á 40 stig fyrst í komandi viku

Tað er sannlíkt, at hitin í bretska høvuðsstaðnum kemur upp á 40 stig fyrst í komandi viku (Savnsmynd)

Tað er sannlíkt, at hitin í bretska høvuðsstaðnum kemur upp á 40 stig fyrst í komandi viku (Savnsmynd)

2022-07-16 11:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein hitabylgja, sum m.a. er orsakað av heitari luft úr Norðurafrika, hevur seinastu tíðina spjatt seg í Evropa, og hevur hon elvt til náttúrueldar í m.a. Portugal, Fraklandi og Spania, og nú ávara veðurfrøðingar um ógvusligan hita í Stórabretlandi fyrst í komandi viku.

Í eitt nú Manchester, London og York væntast hitin at gerast um 40 hitastig mánadagin og týsdagin, og tí er undantaksstøða lýst, og fer bretska stjórnin í dag at hava kreppufund um støðuna.

Sambært BBC verður tokferðslan væntandi avmarkað, skúlar verða stongdir tíðliga, og avtalur á sjúkrahúsum kunnu verða avlýstar.

Ávarað verður um, at ógvusligi hitin kann verða lívshættisligur, eisini fyri tey, sum eru væl fyri frammanundan. Heitt verður á fólk um at fáa nokk av vætu, ansa eftir teimum veiku, hava gardinurnar fyri, og ikki vera í sólini á middegi.

Um so verður, at hitin kemur upp á 40 stig, verður talan um nýtt hitamet fyri Stórabretland. Núverandi hitametið er 38,7 stig, og tað varð sett í Cambridge í 2019. Sjey av teimum tíggju heitastu døgunum í Stórabretlandi eru skrásettir eftir 2003.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder