2020-11-05 13:01

Undantøkini, sum Sjúkrahúsverkið bað um, eru nú longd eitt samdøgur afturat. Sostatt eru tey galdandi til fríggjadagin klokkan 15.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar við Kringvarpið.
Semingsroyndirnar í gjár komu ongan veg, og sambært stjóranum á Lønardeildini, Jan Mortensen, er einki broytt síðani.
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur nú vart í nærum tríggjar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald