
Tá starvsfólkini møttu til arbeiðis í morgun, sóu vit, at tríggjar telefonir manglaðu í handlinum á Smyrilsvegi 5 í Havn.
Eitt hálvetið wienarbreyð varð funnið á staðnum, og kann tí staðfestast, at talan helst er um óbodnar gestir.
Á vakmyndunum síggjast eisini tríggir tilkomnir menn í handlinum, sum tykjast kjakast dúgliga, um hvørjar telefonir teir skulu stjala.
Tilburðurin er farin fram um hálvgum eitt tíðina í nátt.
Vit hava boðað løgregluni frá og arbeiða nú saman um at fáa málið loyst sum skjótast. Vit fáa tí ikki sagt nógv meira um málið í løtuni.
Vakthavandi á politistøðini kann tó upplýsa, at wienarbreyðið longu er sent til DNA-kanning, og at úrslit fæst í morgin.
Vit vilja heita á fólk, sum kunnu hava sæð okkurt, um at seta seg í samband við okkum á tlf. 20 20 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald