Mentan

Undine - havfrúgv og kópakona í Berlin

Virðisløntur filmur um at halda seg til ein og at gera tað liðugt, tá liðugt er, verður sýndur í Filmsfelagnum í næstu viku

2021-09-09 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendasti týski leikstjórin, Christian Petzold, sum vit fyrr hava sæð við ”Phoenix” og ”Transit”, hevur aftur gjørt ein film, har hann letur eitt nútímans býarsamfelag renna saman við gomlum sagnum og tí, sum undir býr, hesaferð um havfrúnna, ið ikki er so fjart frá okkara egnu kópakonu.

Tað er klassiski kærleiksfábulin um Undine, sum livir í havinum, og ikki kann gerast menniskja, fyrr enn hon fær tokka til ein mann, sum hon forelskar seg í, men má drepa, um hann er henni ótrúgvur, innan hon kann venda aftur til nátúrliga uppihaldsstaðin og tilveruna í havinum.

Í kvinnuliga høvuðsleiklutinum sæst Paula Beer, sum eisini var við í franska filminum ”Frantz” hjá François Ozon og í týska ”Werk ohne Autor” hjá Florian Henckel von Donnersmarck.

Sum Undine Wibeau er hon søgufrøðingur á Humboldt-stovninum í Berlin, og roynir at halda seg til makan, Johannes (Jacob Matschenz), sum hevur eyga og áhuga fyri øðrum kvinnum. Tá tey endaliga eru farin hvør til sítt, brotnar eitt akvarium og Undine møtir kavaranum Christoph (Franz Rogowski). Hóast váta umhvørvið verður kærleikin brennandi teirra millum. Men kann Undine halda sær í menniskjansliga umhvørvinum á landi?

Fyri filmin ”Undine” vann Christian Petzold bæði Silvurbjørnina og FIPRESCI virðislønina í Berlin.

”Undine” hevur fingið framúr ummæli, og Erik Jensen skrivar í Politiken, at Undine er ”Vildtvoksende, uforklarlig undersøisk magi”.

Hóast filmurin er einføld kærleikssøga, um at halda seg til ein, og at gera tað liðugt, tá liðugt er, er søgan kompleks, sum vit sóu í filminum ”Transit”, har Petzold arbeiddi við flóttum í ymsum tíðum í sama býi.

Filmsfelagið sýnir nýggja týska filmin ”Undine” í Havnar Bio mikudagin 15. september. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder