2021-02-03 21:05

Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum var nógv lægri í 2020 enn undafarin ár orsakað av koronastøðuni.
Lága talið heldur fram, nú vit eru komin inn í 2021. Tølini fyri januar eru gjørd upp, og tey vísa eina afturgongd á 66,5 prosent í mun til januar í fjør, har flogferðslan koyrdi sum vant.
Tá var ferðafólkatalið 23.111 - í farna mánaði var tað 7.732 fólk
Hetta er størsta afturgongdin síðani í juni í fjør. Tá var afturgongdin 76 prosent í mun til sama mánaða árið fyri, skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald