Uttanlands

Undirhúsið atkvøddi fyri útseting av Brexit - ímóti nývali

Eitt dramatiskt kvøld í Bretlandi endaði við stórum niðurlagi til Boris Johnson

Boris Johnson í tinginum í gjár, har hann tapti so dyggiliga (Mynd: EPA)

Boris Johnson í tinginum í gjár, har hann tapti so dyggiliga (Mynd: EPA)

2019-09-05 07:26 Author image
Agnar Prestá

Tað hendi nógv í bretska Undirhúsinum í gjárkvøldið. Fyri stutt at taka samanum: 

Undirhúsið viðtók beint áðrenn klokkan 19 eitt lógaruppskot frá limum í Labour, ið er størsti mótstøðuflokkur hjá Boris Johnson og teimum konservatvu. Tað gekk út uppá, at Brexit aftur verður útsett - hesaferð tríggjar mánaðir. 327 í tinginum atkvøddu fyri og 299 ímóti. Harvið verður nýggja Brexit-dagfestingin 31. januar 2020, um Yvirhúsið góðkennir hetta. 

Hetta hevur House of Lords bert restina av vikuni til, tí forsætisráðharrin hevur sett tingarbeiði í gildi frá næstu viku av og fram til 14. oktober. Vanligt tekur slíkt longri tíð, men nú gerst tað eitt taktiskt spæl millum partarnar: Stuðlarnir hjá Boris Johnson far at royna at dríggja tíðina, meðan restin fer at royna at skunda sær. Vónin hjá mótstøðufólkunum er, at hetta kemur ígjøgnum leygardagin, so at drotningin endaliga fær góðkent hetta, áðrenn tingið verður upployst.

Boris Johnson hevur síðani hann tók við í summar sagt, at Bretland fer úr ES 31. oktober - við ella uttan avtalu við EU; eitt "hart Brexit". Lógaruppskotið hjá Labour forðar fyri hesum. Tí skeyt Boris Johnson upp, at eitt nýval verður hildið 15. oktober, so at nýtt ting kann taka við, og Brexit kann fara fram sum ætlað. Hetta eydnaðist tó ikki: 298 atkvøður vóru fyri uppskotinum og bert 56 móti. Men tá talan er um uppskot um nýval, skulu tveir triðingar, 434 limir, atkvøða fyri. Har eru 650 limir, men orsøkin til, at bert 354 atkvøddu var, at liminrir í Labour vóru farnir heim.  

Boris Johnson segði, at Jeremy Corbyn og tey í flokkinum vóru bangin fyri nývali. Nógv hørð orð vórðu søgd ígjøgnum kvøldið, og tað valdar óvissa og ósemja á hægsta støði í Bretlandi.  

Danska TV2 hevði dagføringar gjøgnum kvøldið - Aðrar keldur: BBC og The Guardian 

placeholder
placeholder