Uttanlands

Undirhúsið kemur saman aftur í morgin

Hægstirættur dømdi heimsendingina ólógliga – Boris Johson hevur ikki broytt Brexit-ætlanir sínar

Mótmælisfólk uttan fyri hægstarætt í London í dag (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk uttan fyri hægstarætt í London í dag (Mynd: EPA)

2019-09-24 16:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska tjóðartingið er kallað saman aftur fyrrapartin í morgin. Tað boðar tingformaðurin, John Bercow, frá í dag eftir at bretski hægstirættur hevur sagt dóm um, at heimsendingin av tinginum var ólóglig.

- Eg havi givð teimum ymsu partunum á tingi boð um, at tey skulu fyrireika seg til tingfund í morgin, segði Bercow við miðlarnar uttan fyri Westminster í dag.

Eisini formaðurin í yvirhúsinum, Norman Fowler, sigur, at hann hevur skilt støðuna soleiðis, at yvirhúsið skal saman aftur sum skjótast.

[object Object]
John Bercow (Mynd: EPA)

Andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn kallar avgerðina hjá Boris Johnson, forsætisráðharra um at senda tingið heim fyri valdsmisnýtslu og vanvirðing av fólkaræðinum.

Corbyn sigur, at hann fer at biðja tingformannin kalla inn til fundar, so tingið kann seta krøv til forsætisráðharran um at yvirhalda landsins lógir og viðurkenna týdningin av tjóðartinginum.

Labour hevur landsfund nú um dagarnar í Brighton, og í eini røðu í gjárkvøldið segði Corbyn, at Johnson eigur at umhugsa at leggja frá sær.

[object Object]
Gina Miller, aktivistur og vinnulívskvinna, hevði kært avgerðina til hægsta rætt - og fekkviðhald (Mynd: EPA)

Fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin, John Major, sigur sambært AFP, at Johnson eigur at bera fram eina umbering fyri tjóðartinginum, tí ongin forsætisráðharri eigur at fara við tinginum á slíkan hátt.

Leiðarin fyri skotska tjóðskaparflokkin SNP, Nicola Sturgeon, sigur eisini, at Johnson eigur at leggja frá sær, nú hægstirættur hevur staðfest, at hann hevur borið seg ólógliga at.

- Um forsætisráðharrin ikki er til reiðar at bera seg siðiliga og heiðurliga at, so eigur tjóðartingið at koyra hann frá, sigur Nicola Sturgeon.

[object Object]
Boris Johnson er á ST-aðalfundi í New York (Mynd: EPA)

Broytir ikki Brexit-ætlanirnar
Sjálvur sigur Boris Johnson, at hann ætlar at virða avgerðina hjá bretska hægstarætti, sum ógildaði heimsendingina av tjóðartinginum. Hóast hann er ósemdur í avgerðini.

- Men Brexit verður ein veruleiki 31. oktober kortini, sigur Boris Johnson við BBC.

Teir 11 dómararnir í hægstarætti vóru samdir um, at tað ikki var í tráð við lógina at senda tingið heim í fimm vikur júst meðan landið er í ringastu kreppu nakrantíð síðan annan verðaldarbardaga.

- Vit skulu taka okkum úr ES hin 31. oktober líkamikið hvat. Henda avgerðin ger tað trupult hjá okkum at fáa eina góða avtalu í lag. Tað er tað vit ynskja, men tað verður ikki lættari eftir tað, ið er hent í tinginum og við dómstalarnar, sigur Boris Johnson sambært Reuters.

Hann er í løtuni staddur New York, har ST-aðalfundur er.

Við sínum útsøgnum bjóðar hann bæði tinginum og rættarskipanini av. Rætturin segði í niðurstøðu síni, at ein stjórn ikki kann síggja burtur frá meirilutanum í tjóðartinginum. Stjórnin skal fylgja landsins lógum.

Áðrenn tjóðartingið varð sent heim 8. september hevði ein meiriluti á tingi, við stuðli frá 21 konservativum tinglimum, samtykt eina lóg, ið sigur, at um Johnson ikki í seinasta lagið 19. oktober hevur gjørt eina avtalu við ES, so skal hann biðja ES-nevndina um at útseta Brexit.

Sambært BBC ætlar Boris Johnson at bróta USA-túrin av, so hann kann vera í London í morgin, tá tingið tekur arbeiði sítt uppaftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder