- Nú fær bretska fólkið ræðið á teirra egnu lagnu.
Soleiðis segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, eftir at tjóðartingið í dag samtykti skilnaðaravtaluna, sum hann hevði fingið í lag við ES.
Avtalan varð samtykt í Undirhúsinum við 358 atkvøðum fyri og 234 ímóti.
Eitt av vallyftunum hjá Johnson var at fáa brexit avgreitt, og á valinum 12. desember, fekk konservativi flokkurin eisini eitt framúr úrslit, sum gav stjórnini ein meiriluta á 80 tjóðartingslimir. Tí kemur tað heldur ikki óvart á nakran, at avtalan varð samtykt í dag, skriva fleiri miðlar.
Avtalan skal tó fyrst ígjøgnum eina viðgerð afturat, og síðani skal lógin góðkennast av Yvirhúsinum, men talan er bert um eina formlig viðgerð.
Formaðurin í andstøðuflokkinum Labour, Jeremy Corbyn, var tó als ikki fegin um úrslitið av atkvøðugreiðsluni.
- Hetta er ein ræðulig avtala fyri tjóðina, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald