Uttanlands

Bretska undirhúsið samtykt broytingaruppskot

Hetta merkir at allar viðkomandi lóggávur í sambandi við Brexit skulu fáast uppá pláss, áðrenn ein avtala kann samtykjast

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-10-19 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska undirhúsið samtykti fyri løtu síðani eitt uppskot, sum útsetur atkvøðugreiðsluna um avtaluna hjá Boris Johnson.

322 atkvøddu fyri, og 306 atkvøddu ímóti einum broytingaruppskoti hjá fyrrverandi konservativa tjóðartingsliminum, Oliver Letwin.

Sambært uppskotinum, skulu viðkomandi lóggávur verða góðkendar, áðrenn atkvøðast kann um skilnaðaravtaluna. Endamálið við uppskotnum er at tryggja, at allar lóggávurnar koma uppá pláss, áðrenn bretar eftir ætlan skulu fara úr ES 31. oktober.

Boris Johnson sigur, at stjórnin fer at leggja hesar lóggávur fram í komandi viku.

Verður skilnaðaravtalan hjá Boris Johnson vrakað, noyðist hann at biðja ES um at fáa freistina útsetta enn einaferð.

Verður ein skilnaðaravtala ikki samtykt áðrenn midnátt í dag skal Boris Johnson antin hava undirtøku úr øllum tjóðartinginum fyri at taka Bretland úr ES uttan avtalu, ella biðja ES um at útseta freistina.

Sambært TV2 sigur Boris Johnson, at hann ikki ætlar sær at biðja ES um meira tíð og vil hann gera alt fyri, at Bretland kann fara úr ES 31. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder