Sjey eigarafeløg í Hoyvík handaðu í gjár Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, skriv.
Limirnir eru ónøgdir. Við skrivinum vil man gera vart við ferðsluviðurskiftini á krossinum millum Løgmannabreyt og Vegin Langa, sum ikki eru nøktandi ella nóg trygg.
- Tey halda, at teinurin ikki er hóskandi við atlit til ferðslutrygd ella ta ferðsluna, sum har er. Tey vísa á, at tey hava gjørt vart við hetta áður, men uttan úrslit.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Lagt verður afturat, at Heðin Mortensen sigur, at hann tekur støðuna í álvara, og fer at viðgera málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald