Innanlands

Undirskrivað sáttmála um veiting av vatnreinsiverki til Bakkafrost

7. mai undirskrivaðu KJ og Nomatek sáttmála um veiting av vatnreinsiverki, caustic soda og ensilagu skipan til nýggja framkomnu smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum

Frá vinstru: Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ og Ragnar Magnussen, stjóri í Nomatek

Frá vinstru: Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ og Ragnar Magnussen, stjóri í Nomatek

2021-05-10 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 7. mai undirskrivaðu KJ og Nomatek sáttmála um veiting av vatnreinsiverki, caustic soda og einsilagu skipan til nýggjan nýggja framkomnu smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum.

Tað er byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors), sum KJ er ein partur av, sum stendur fyri útbyggingini, skrivar KJ í tíðindaskrivi.

KJ er veitari av tøkniliga partinum RAS, og er tað undir hesu veitingini, at Nomatek kemur inn sum undirveitari av vatnreinsiverkinum.

Við sáttmálanum við Nomatek, kemur sostatt enn ein føroyskur veitari at vera við í byggingini av smoltstøðini á Norðtoftum.

– At byggja eina smoltstøð er ein størri verkætlan, og við hesum sáttmála kemur føroyska vinnan at mennast og gerast nógvar royndir ríkari. Vit fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið innan bygging í alivinnuni, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder