Føroyar eru komnar eitt stig nærri yvirtøkuni av útlendingamálum, nú fyrisitingarligi parturin fekk fulla undirtøku við 1. viðgerð í Fólkatinginum í dag.
Yvirtøkan av útlendingamálum varð longu samtykt í Løgtinginum farna valskeið, og skuldi eisini verðið samtykt seinni í Fólkatinginum. Fólkatingsvalið í summar førdi tó við sær, at málið datt burtur, men altso nú varð lagt framaftur.
Við fyrisitingarligu yvirtøkuni, fær Útlendingastovan fullu umsitingarligu ábyrgdina at taka avgerðir í málum um uppihaldsloyvi, grundað á tilknýti til familju (familjusamanføring), í málum um arbeiðsloyvi og í málum um uppihaldsoyvi til lesandi, au-pair og onnur. Tó kemur kærumyndugleikin framvegis at liggja í Danmark, og er hetta sostatt ikki ein fullkomin yvirtøka av útlendingamálum, men ein yvirtøka, sum fer fram stigvíst.
- Tá ið eg av fyrstan tíð tók sæti á Fólkatingi, fekk eg fleiri áheitanir frá borgarum, sum vóru ørkymlaðir um málsviðgerðina av uppihaldsloyvum í Føroyum. Tískil er tað sera neyðugt, at greiðari mannagongdir nú koma upp á pláss, segði Sjúrður Skaale undir viðgerðini av málinum í dag.
Sambært tølum frá donskum myndugleikum, hevur støðugur vøkstur av umsóknum verið um uppihaldsloyvi í Føroyum seinastu trý árini. Í 2016 vóru tilsamans 580 umsóknir, í 2017 vóru 847 umsóknir og fram til triðja ársfjórðing 2018 vóru tilsamans 1.047 umsóknir. Størsti vøksturin fevnir um loyvi, ið eru játtað sambært ES-skipanini um arbeiðsorku.
Málið hevði stóra undirtøku tvørtur um politisku flokkarnar á Fólkatingið, sum Mattias Tesfaye eisini vísti á, tá ið hann tók orðið eftir viðgerðina.
- Eg eri fegin um stóru undirtøkuna fyri uppskotinum. Danska stjórnin vil gjarna stuðla føroyska ynskinum um yvirtøkuna, og hevur eisini ráðført seg við sitandi landsstýrið um málið, sum vit tískil leggja fram aftur, segði Mattias Tesfaye, danskur útlendinga- og integrasjónsmálaráðharri, eftir at málið fór ígjøgnum fólkatingið.
Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald