Uttanlands

Undirtøkan fyri Donald Trump er minkandi

Veljarakanning vísir at sitandi forsetin ongantíð hevur verið minni umtóktur

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-01-12 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein meiriluti av amerikansku veljarunum heldur, at Donald Trump, forseti, hevur ábyrgdina av álopinum á Kongressina í farnu viku.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning frá Quinnipiac University Poll.

Kanningin vísir, at seks út av tíggju veljarum eru vónbrotnir yvir avrikið hjá Tump í Hvítu húsunum.

Sostatt hevur forsetin ikki verið minni umtóktur, síðan hann tók yvir í eggrundu skrivstovuni í januar 2017, tí tað nú bert eru 33 prosent, sum dámar avrikið hjá honum sum forseta.

37 prosent halda tó, at umfatandi valsvik fór fram á forsetavalinum, og at hetta er orsøk til, at Trump tapti forsetavalið.

34 prosent av veljarunum halda, at republikansku kongresslimirnir, sum mótmæltu valúrslitunum gera hetta fyri at verja fólkaræðið. Eins nógv halda eisini, at Donald Trump roynir at verja fólkaræðið.

Hin vegin eru tað 60 prosent, sum halda, at Trump forseti er ein hóttan móti fólkaræðinum, og nakað færri, 56 prosent, halda, at Trump eigur ábyrgdina fyri álopið á kongressina.

Ein lítil meiriluti av veljarunum heldur, at Donald Trump eigur at leggja frá sær sum forseti nú ella verða koyrdur.

Ein samanteljing av ymsum landsdekkandi veljarakanningum vísir, at umleið 52 prosent halda, at Trump eigur at verða koyrdur frá, meðan 42 prosent eru ímóti, skrivar New York Times.

Men verður bert hugt eftir teimum republikansku veljarunum, so er stuðulin til Donald Trump framvegis stórur.

Sambært kanningini hjá Quinnipiac eru 71 prosent av republikansku veljarunum framvegis nøgd við avrikið hjá Trump í Hvítu húsunum, og 73 prosent eru samd við honum um, at valsvik fór fram.

Sambært somu kanning er tað eru tað tríggir út av fýra veljarum, sum bera ótta fyri framtíðini hjá fólkaræðinum, skrivar New York Times. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder