Uttanlands

Undirtøkan fyri Trump er metlág í løtuni

Nýggjasta veljarakanningin gevur demokratunum 12 prosentstig fleiri enn republikanararnir. Miðskeiðisval verður í USA annan týsdag.

Donald Trump, forseti, luttók á veljarafundi í Kansas í gjár. Her saman við republikanska valevninum á guvernørvalinum har, Ty Masterson (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

Donald Trump, forseti, luttók á veljarafundi í Kansas í gjár. Her saman við republikanska valevninum á guvernørvalinum har, Ty Masterson (Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-20 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undirtøkan fyri Donald Trump, forseta í USA, hevur ongantíð verið lægri enn hon er í løtuni.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Ipsos kanningarstovan hevur gjørt fyri Reuters tíðindastovuna.

Nýggjasta kanningin, sum var kunngjørd í gjár sigur, at 31 prosent av amerikansku veljarunum, nú taka undir við Trump. Tað er eitt prosentstig færri enn í eini kanning fyri tveimum vikum síðani.

Tá fólk verða spurd um hvønn flokk tey høvdu valt, um val var til kongressina í dag, svara 47 prosent av teimum skrásettu veljarunum, at tey fara at velja demokratarnar, meðan 35 prosent siga seg velja republikanararnar.

Munurin á 12 prosentstig er tað størsta higartil í hesum valskeiðinum, skrivar Reuters.

Hetta gevur demokratunum vónir um at kunna vinna valdið í umboðsfólkatinginum og senatinum, tá miðskeiðisval verður í USA um júst tvær vikur, 3. november.

Her skulu allir limirnir í umboðsfólkatinginum og ein triðingur av senatorunum veljast av nýggjum.

Um republikanararnir missa meirilutan í øðrum av kømurunum, gerst tað munandi truplari hjá Trump at fáa politikk sín ígjøgnum tey seinnu tvey árini av núverandi forsetaskeiði hansara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder