Innanlands

Undrast á, at talið akkurát skal vera 500

Grindamannafelagið sigur í hoyringssvarið til ætlaðu broytingarnar í kunngerðini um grind og annan smáhval, at tað er í lagi at áseta eina kvotu, um tað verður mett neyðugt fyri at varðveita veiðuna av springara, men felagið undrast á ásetta talið, og vísir á, at broytingarnar eru ógreiðar á fleiri økjum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-18 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eitt av okkara bestu argumentum fyri okkara veiðu av hvali, er at okkara veiða er burðardygg. Um ráðgevingin metir, at ein kvota er neyðug fyri at varðveita veiðuna av kjafthvítum springara, so er tað í ordan.

Tað sigur Grindamannafelagið í hoyringssvari til broytingarnar, sum landsstýrið ætlar at gera í í kunngerðini um grind og annan smáhval.

Men Grindamannafelagið sigur seg tó undrast á, at talið akkurát skal vera 500, tá tað útfrá stovnmetingum kann vera hægri.

– Vit undrast á, at talið skal verða akkurát 500, tá ið Havstovan metir at ein burðardygg veiða er 826. Serstakliga tá hugsað verður um, at tá tað kemur til fiskakvotur, verða kvoturnar sum oftast settar hægri enn tað ið Havstovan mælir til.

Kvotan ov ógreið

– Tað er eisini ógreitt, um talan er um eina kvotu uppá mesta lagi 500 springarar pr. ár yvir 2 ár, ella um tað er samlað 1.000 yvir 2 ár. T.v.s. at um vit ikki veiða nakran springara í 2022, so kunnu vit flyta óbrúkta kvotu til 2023, og kunnu veiða 1.000 springarar í 2023.

Grindamannafelagið ynskir eisini at fáa lýst nærri, hvussu kvotan verður býtt millum ymsu grindaøkini í landinum, og vísir á, at tað kann henda, at øll kvotan verður brúkt í einum øki í landinum, uttan at onnur øki fáa møguleikan at fáa ein part, tá kvotan er uppi.

Í hoyringssvarinum verður eisini víst á, at bert eitt slag av springara verður nevnt í kvotuni, men lógarverkið loyvir eisini veiðu eftir øðrum sløgum, og er tí vandi fyri, at har fara at vera misskiljingar, tá springarar verða sæddir, um hvat slag talan er um, og um hesir telja við í kvotuni ella ikki.

Eisini kann verða ilt at meta um støddina á einum springarabólki, tí tað ganga so nógvir omaná í mun til grindahval, sigur Grindamannafelagið.

– Um so er at komið verður til lands við einum springarabólki, og eitt ávíst tal á springarum hevur gjørt landgongd, kann verða ringt at fylgja við, nær restin av bólkinum skal rekast út aftur, tí kvotan er upp. Hetta er heldur ikki rætt etiskt, tí tað er ivasamt um t.d. ein hvølpur klárar at yvirliva einsamallur, uttan eina móðir.

Uppskotið um kvotu skal vera galdandi í 2022 og 2023, og væntast eitt tilmæli frá NAMMCO at vera klárt í 2024, og verður kvotan síðani tillagað, og Grindamannafelagið sigur, at um NAMMCO kemur við einum tilmæli um, at nógv fleiri enn 500 kunnu veiðast hvørt ár, má kvotan hækka tilsvarandi.

Ógreitt hvør hevur ábyrgdina

Grindamannafelagið nevndir eisini vaksandi prísirnir á matvørum, sum vit hava upplivað seinastu tíðina, og heldur felagið, at um kvotan er ásett eftir kravi frá vinnuni, eigur vinnan at veita føroyingum endurgjald fyri mist tilfeingi.

– Vit síggja í dag, at prísirnar á matvørum eru farnir til himmals. Um kvotan er ásett eftir kravi frá vinnuni, so eigur vinnan at veita endurgjald til føroyingin, sum missir tilfeingi orsakað av at vinnan fær sín vilja. T.d. við at lata øllum føroyingum mat ókeypis hvørt ár.

Grindamannafelagið sigur tað eisini vera ógreitt, hvør skal hava sektina, um kvotan ikki verður hildin, og hvør skal hava eftirlit við hesum.

Fleiri stingarar framleiðast til springara

Landsstýrið sigur, at tað fer at taka stig at skunda undir at menna drápsháttin til springara, og ein einstakur serframleiddur mønustingari til springara er gjørdur, og er ætlanin er at royna hendan og eisini at kanna, um ein serstakur springaraknívur eigur at verða gjørdur, ið kann betra um drápsháttin.

Grindamannafelagið heitir á Fiskimálaráðið um at framleiða fleiri stingarar til springara, sum eru grundað á prototypuna, sum er roynd í Hvannasundi, og sum sambært felagnum vísir seg at virka væl.

– Tað verður gjørt við at gera eina tekning av stingaranum, og lýsa hana sum eina góðkenning, saman við broytingini í kunngerðini, sum man nú ætlar at broyta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder