Uttanlands

Undrast yvir, at Biden ikki hevur gjørt vart við seg

“Hann svevur”, heldur Elon Musk. Leygardagin lendu fýra fólk trygt aftur á jørðini eftir trygga privata ferð úti í rúmdini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-21 12:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kappingin um rúmdina í dag er ikki longur millum USA og Russland. Nú stendur kappingin millum ríkmenn, sum royna at fáa sínar barnadreymar at ganga út.

Ein av hesum ríkmonnum er Elon Musk, sum í farnu viku sendi eina rakett út í ringrás um jørðina við fýra fólkum umborð. Øll vóru sivilfólk, og tað er ikki hent fyrr.

Elon Musk, sum maðurin aftan fyri bilmerkið Tesla og rúmdarverkætlanina SpaceX, skal nú byggja rúmdarfør í samstarvi við almenna amerikanska rúmdarfelagsskapin, Nasa.

Tað er fallið summun fyri bróstið, at hóast hetta var fyrsta ferðin, at bara sivilfólk vóru við í eini rúmdarferð, so hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, ikki sagt nakað um hesa stórhending í rúmdarsøguni.

Ein av teimum 60 milliónum fylgjarunum hjá Elon Musk á Twitter spurdi, hví amerikanski forsetin ikki hevur viðurkent hesa seinastu ferðina hjá SpaceX, og Elon Musk svaraði sjálvur: “Hann svevur enn”.

Sambært miðlinum CNBC, hava toppembætisfólk hjá Nasa tó ynskt Elon Musk og SpaceX til lukku við eini væleydnaðari rúmdarferð.

SpaceX vann í apríl eitt útboð móti Blue Origin hjá Amazon-stovnaranum, Jeff Bezos. SpaceX skal nú byggja eitt rúmdar fyri Nasa, sum longu í 2024 skal flúgva astronautar til mánan.

[object Object]Fólkini, sum vóru við á Inspirational4-túrunum. Frá vinstru Jared Isaacman, Hayley Arceneaux, Chris Sembroski og Sian Proctor (Mynd: EPA)

Lendu trygt á vatnskorpuni
Rúmdarhyulkið við teimum fýra ‘vanligu’ fólkunum umborð lendi leygardagin eftir at hava verið í ringrás um jørðina í tríggjar dagar.

Fýra fallskíggjar syrgdu fyri at støðga ferðini á hylkinum áðrenn tað rakti vatnskorpuna trygd við eini ferð á 25 kilometrar um tíman. Hylkið lendi í Altlantshavið út fyri Kennedy Space Center.

38 ára gamli vinnulívsmaðurin og milliardingurin, Jared Isaacman, hevur sjálvur goldið fyri ferðina.

SpaceX, ið hevur bygd rúmdarfarið, hevur ikki upplýst prísin alment, men sambært amerikanska tíðarritinum Time, hevur Isaacman goldið Elon Musk umleið 200 milliónir dollarar fyri tey fýra plássini umborð.

- Hetta var ein fantastiskur túrur fyri okkum, segði Isaacman við kontrolltornið beint eftir at rúmdarhylkið var lent.

Hylkið varð sent út við eini rakett frá Kennedy Space Center í Florida hósnáttina, okkara tíð. Tey fýra fólkini umborð høvdu øll fingið venjing í fýra mánaðir undan ferðini.

Fyrr í ár stóðu tveir aðrir ríkmenn, Richard Branson og Jeff Bezos, eisini fyri sínum rúmdartúrum. Branson var úti í rúmdini 11. juli og Jeff Bezos níggju dagar seinni.

Á báðum túrunum vóru fólkini í vektloysi í fáar minuttir. Túrarnir vóru langt frá eins umfatandi og “Inspiration 4”-ferðin, ið júst er av, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder