Vikuskiftið 2. til 4. oktober verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Dali, har ung í aldrinum 12 til 30 ár hittast at dansa føroyskan dans saman.
Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri.
Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Umframt hetta verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi eisini leygardagin 3. oktober.
Tiltakið, ið er rúsfrítt og ókyepis, er treytað av, at mett verður, at stýr er á smittuni í Føroyum. Fólk, sum hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum og fólk við sjúkueyðkennum, eiga ikki at luttaka, verður sagt.
Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er 27. september. Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald