Innanlands

Ung fyri Miðflokkin nýggjan formann

Martin Nysted Gardar er nýggjur formaður í ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum

2024-04-05 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum hevur fingið nýggjan formann.

Felagið hevur havt aðalfund og skipað seg við nýggjari nevn við Martin Nysted Gardar sum formanni, skrivar Ung fyri Miðflokkin í tíðindaskrivi.

Nevndin er mannað soleiðis:

  • Martin Nysted Gardar: Formaður
  • Markus Mortensen: Næstformaður
  • Petur Takamasa Asano: Skrivari
  • Aksel Kambsskarð Berg: Kassameistari
  • Steffan Klein Poulsen: Nevndarlimur

– Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið. Harumframt verður lagt fokus á at halda áfram við arbeiðinum í at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum, skrivar ungmannafelagið.

– Ungmannafelagið hevur ein aktivan leiklut í at menna Miðflokkin, og nýggja nevndin ynskir at verða við at leggja kós og visión fyri Miðflokkin, har málið er at flokkurin skal verða millum teir størstu í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder