Uttanlands

Ung genta við ættarbondum til Føroya doyði í ferðsluvanlukku

Maður varð eftirlýstur eftir álvarsliga vanlukku í Nuuk hósnáttina

Bilurin rendi á steyran til høgru á myndini (Mynd: Leiff Joesfsen / Sermitsiaq)

Bilurin rendi á steyran til høgru á myndini (Mynd: Leiff Joesfsen / Sermitsiaq)

2019-10-18 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein blaðung grønlendsk genta við tøttum ættarbondum til Tvøroyrar doyði í eini syrgiligari vanlukku í Nuuk hósnáttina.

Talan var um eitt einaóhapp har ein jeepur rendi inn í ein lyktasteyra á vegastrekkinum Sorlaat í Nuuk. Óhappið hendi beint fyri klokkan tvey hósnáttina, grønlendska tíð.

Fimm fólk vóru í bilinum. Fýra teirra vórðu flutt á sjúkrahúsið við løstum. Løstirnir vóru so stórir hjá einum teirra, at hon doyði á sjúkrahúsinum. Talan var um 16 ára gomlu Karolinu Eyvindsson, dóttur Jákup Eyvindsson, sum er uppvaksin á Tvøroyri.

Tað serliga við hesum málinum, og sum ger at tað hevur fylt eitt sindur í grønlendsku miðlunum er, at fimti persónurin í bilinum flýggjaði frá staðnum.

Løgreglan í Grønlandi valdi tí at eftirlýsa mannin við fullum navni og eyðlýsing í gjár. Seinnapartin kundi løgreglan so fortelja, at maðurin, sum er síðst í tjúgunum tilaldurs, sjálvur hevði vent sær til løgregluna. Einki varð sagt meira um heilsustøðuna hjá honum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder