Innanlands

Ung hava stovnað ein handil

Fyri einum góðum ári síðani fór Ung í arbeiði, Húsið og Íverksetarhúsið í Klaksvík undir eitt nýtt handilsátak, sum skuldi eggja ungum at lata ein handil upp, har tey sjálvi kundu avgera hvørja vøru handilin skuldi selja.

2022-02-23 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bjørg Østerø, Anitha á Dalinum og Hanus Jógvansson hava í eina tíð arbeitt við ymiskum hugskotum. Saman eru tey komin á mál við hugskotinum at selja ymiskar vørur við prenti á.

Føroyagrunnurin stuðlaði verkætlanini, sum gjørdi tað møguligt at keypa ymiskar maskinur, sum kunnu prenta á alskins lutir. Í fyrstu atløgu hava tey prentað t-shirts, sum hava selt sera væl.

Bjørg, Anitha og Hanus siga, at eftir bara fimm døgum høvdu tey selt 40 blusir umvegis teirra Instagram profil, sum er larma_klaksvik.

- Vit hava eisini gjørt avtalu við klædnahandilin JAP, sum eisini vil selja blusirnar fyri okkum. Tað halda vit er ordiliga kul.

- Annars er tað møguligt hjá okkum at prenta myndir og tekstir á klæðir, keppar o.a. Fleiri hava eisini brúkt tann møguleikan, at fáa eitt serligt prent á t.d. eina t-shirt.

Bjørg, Anitha og Hanus eru øll samd um, at hetta er ein kul uppgáva, sum tey læra nógv av.

- Vit hava øll ábyrgd av innkeypi, goymslu, marknaðarføring, rakstri og prísáseting, men vit deila uppgávurnar millum okkum og samstarva væl.

- Okkara “brand” er LARMA!, og tað merki gera vit eisini sjálvi. Tvs. vit sniðgeva, prenta og klistra.

Til seinast siga tey, at móttøkan hevur verið góð og at tað gevur teimum gott mót til at hugsa um størri hugskot.

Øll trý hava havt tilknýtið til ungdómshúsið, og er tað eisini har tey eru blivin eggjaði at fara undir hesa verkætlanina. Tey siga, at vegleiðingin og hjálpin tey hava fingið, avgjørt hevur givið teimum eitt skump at fara undir hesa verkætlanina. Tað fegnast tey um, tí eitt er at hava hugskot, men at koma so langt krevur eitt sindur meira arbeiði, eru tey øll samd um.

– Klaksvíkar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder