Ung í arbeiði í Eysturkommunu 27. juni til 8. juli

Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna næmingum, sum búgva í Eysturkommunu og hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi

Freistin at melda seg er um eina viku, mikudagin 22.juni (Mynd: Eysturkommuna)

Freistin at melda seg er um eina viku, mikudagin 22.juni (Mynd: Eysturkommuna)

2022-06-15 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á heimasíðu sínari skrivar Eysturkommuna, at ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 27. juni til 8. juli.

Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður hvønn morgun klokkan 8:00 í kommunufjósinum í Syðrugøtu, og uppgávan er at fríðka um umhvørvið í kommununi; tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.

Freistin at melda seg er um eina viku, mikudagin 22.juni. Til ber at gera tað á eysturkommuna.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder