Mentan

Ung í dans í Hesti verður komandi viku

20. - 22. september møtast ung millum 12 og 30 ár til føroyskan dans í Hesti. Tað er Sláið Ring - Ung í Dansi, sum skipar fyri tiltakinum, sum er rúsfrítt og ókeypis

2019-09-11 19:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 20. - 22. september verður skipað fyri tiltakinum "Ung í dansi í Hesti", har ung í aldrinum 12 til 30 ár møtast at dansa føroyskan dans saman.

Tað er ungdómsfelagið Sláið Ring – Ung í Dansi, ið skipar fyri.

Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Møtt verður til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis.

Til ber at tekna seg við at skriva ein teldupost til [email protected]. Seinasta freist er 16. september.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 21. september 2019 í Hesti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder