Mentan

Ung í Dansi í Mikladali

Ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi skipar fyri tiltakinum vikuskiftið 10. til 12. september – Tiltakið er fyri ung í aldrinum 12 til 30 ár

Mynd frá uttanlandsferðini í summar, har dansað varð á jarnbreytarstøðini í Brønderslev.

Mynd frá uttanlandsferðini í summar, har dansað varð á jarnbreytarstøðini í Brønderslev.

2021-08-31 07:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vikuskiftið 10. til 12. september verður skipað fyri tiltakinum "Ung í Dansi" í Mikladali. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman.

Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri tiltakinum, sum hevur verið afturvendandi tiltak í fleiri ár, føroyskum dansi at frama.

– Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi. Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Freistin at tekna seg til tiltakið er 6. september. Ein kann tekna seg við at seta seg í sambandi við Inga B. Davidsen, antin umvegis privatboð á Facebook, ella umvegis teldupost til [email protected].

Nærri kunning viðvíkjandi ferðing o.ø. kemur seinni á heimasíðuna hjá dansifelagnum. Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 11. september í Mikladali.

Ung í Dansi er landsfelag við tí endamáli at fremja føroyskan dans millum børn og ung. Her kunnu børn og ung í aldrinum 12 til 30 ár møta øðrum, ið eisini hava áhuga fyri føroyskum dansi. Tey dansa saman, fara útferðir, spæla spøl og hava annan hugna, og er hetta við at stimbra hugin til dansin, styrkja samanhaldið, og verða nógv vinarbond knýtt. Í summar vóru 30 børn og ung t.d. uttanlands á frálíkari dansistevnu í Brønderslev.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder