Innanlands

Ung illa fyri av koppsetingini: - Tey eru spent

Orsøkin er fyrst og fremst ein samanseting av manglandi svøvni, mati og drekka, umframt at tey eru spent, sigur Klaksvíkar sjúkrahús

2021-07-08 20:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjúkrahúsverkið er í hesum døgum í gongd við at koppseta nógv í teimum yngru aldursbólkunum.

Hjáárinini kunnu vera nøkur tá ein verður koppsettur, og á Klaksvíkar sjúkrahúsi uppliva tey, at fleiri ung verða illa fyri í sambandi við koppsetingina.

Orsøkin er fyrst og fremst ein samanseting av manglandi svøvni, mati og drekka, umframt at tey eru spent, sigur Klaksvíkar sjúkrahús.

Tey mæla til, at ein etur og drekkur áðrenn koppsetingina, slappar av í kroppinum, og setur tíð av til hetta. Ein skal bíða í 15 minuttir á koppsetingarstaðnum eftir sproytuna.

Sambært nýggjastu uppgerðini á corona.fo eru tað 47 prosent og 48 prosent, sum hava fingið fyrsta prik í ávíkavist aldursbólkunum 15-24 ár og 25-34 ár.

6 prosent í aldursbólkinum 15-24 eru liðugt koppsett meðan 10 prosent í aldrinum 25-34 ár hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder