Uttanlands

Ung kvinna skumpað á jarnbreyt í Nørreport

Ein 19 ára gomul kvinna varð fríggjadagin skumpað út á eina jarnbreyt, beint áðrenn eitt tok koyrdi framvið.

2023-12-30 20:17 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Fríggjadagin seinnapart bleiv ein 19 ára gomul kona skumpað út á eina jarnbreyt, beint áðrenn eitt tok koyrdi framvið. Sambært Ritzau, var gentan púra sakleys.

Gentan slapp til alla lukku upp frá jarnbreytini, áðrenn tokið koyrdi framvið.

Hetta skrivar heimasíðan dr.dk.

Ein maður er tikin í málinum. Løgreglan eftirlýsti mannin á teimum sosialu miðlunum. Maðurin verður í dag førdur fram fyri rættin, har støða verður tikin til, um hann skal varðhaldsfongslast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder