Innanlands

Ung mennast og búnast á eftirskúla

Royndur eftirskúlaleiðari greiðir frá týdninginum av einum mennandi skúlaári. Fyrilestur og framløgur í Finsen hóskvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-02 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er avbjóðandi at vera ungur í dag. Men "øll ung ynskja at eydnast". Tað er hetta evnið, sum verður viðgjørt á einum fyrilestrartiltaki, sum verður í Finssen í Havn hóskvøldið.

Tað verður fyrrverandi danski eftirskúlaleiðarin, Jan Dufke, sum fer at greiða frá ungdóms- og eftirskúlalívi.

Tiltakið snýr seg um, hvussu gevandi eitt ár á eftirskúla kann vera. Jan fer at greiða frá, hvat eitt eftirskúlaár kann gera fyri menning og búning hjá tí unga. Jan hevur 37 ár á baki í eftirskúlahøpi á tveimum eftirskúlum í Danmark. Hann var við til at byrjað eftirskúlan Skovbo, og har hevur hann starvast í 24 ár sum leiðari. Eftirskúlin Skovbo hevur ment seg til at vera ein populerur tónleika- og kreativur skúli. Her eru fleiri ung, sum eru byrjað at blóma og hava ment seg, og í dag eru tey professionellir tónleikarar, nøkur teirra skriva egin løg og sangir. Samstundis hava tey fingið dirvið, og hava ment seg í einum kristnum umhvøri.

Jan Dufke hevur skrivað bókina ”Alle unge vil gerne lykkes” saman við Jesper Oehlenschläger, sum eisini er eftirskúlaleiðari. Bókin er kend í eftirskúlahøpi og talar fyri anda, kreativiteti, fjølbroytni í arbeiðinum við at fáa tann unga til at trívast og mennast.

Jan hevur tveir fyrrverandi næmingar við sær: Kezia Fuglø og Tobias Callensen. Tey fara at greiða frá, hvørja ávirka eftirskúli hevur havt á tey.

Kezia hevur familju í Føroyum og gleðir seg at koma aftur til røturnar. Dagliga lesur hon retorik á Københavns Universitet. Tobias arbeiðir við tónleiki. Hann varð saman við bólkinum Confession nummar tvey til tað danska Melodi Granprix við sanginum ”Halleluja”.

Tað er eftirskúlin Brúgvin í Skálavík, sum skipar fyri tiltakinum, og at enda fer Erika K. Winther, eftirskúlaleiðari, at greiða frá um hvussu eitt spennandi skúlaár á eftirskúlanum Brúnni sær út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder