Innanlands

Unga Sambandið fegnast

Millum annað um at løgmaður raðfesti siðvenjuna og fyri, at ikki finna seg í at stýriskipanin verður misnýtt. Tey takka eisini sambandstinglimunum Johan Dahl og Erhard Joensen, ið atkvøddu fyri málinum um sammøður

- Takk fyri, góði løgmaður. Takk fyri, at tú ikki finnur teg í, at stýriskipanin verður misnýtt fyri at forða einum minniluta nøkur grundleggandi mannarættin (Mynd: Unga Sambandið)

- Takk fyri, góði løgmaður. Takk fyri, at tú ikki finnur teg í, at stýriskipanin verður misnýtt fyri at forða einum minniluta nøkur grundleggandi mannarættin (Mynd: Unga Sambandið)

2021-12-20 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Takk fyri, góði løgmaður. Takk fyri, at tú ikki finnur teg í, at stýriskipanin verður misnýtt fyri at forða einum minniluta nøkur grundleggandi mannarættindi og fyri, at okkara tingfólk sluppu at atkvøða eftir egnari sannføring, eins og aldargamla siðvenjan hjá flokkinum staðfestir.

Soleiðis skrivaði Unga Sambandið í Facebook-posti fyri løtu síðani. Tað er eingin ivi um, hvat felagið heldur um avgerðina hjá løgmanni í dag um at fríttstillað tinglimirnar í Sambandsflokkinum - helst sum eit mótsvar uppá tað at tvey landstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum søgdu sessin frá sær fyri at koma í løgtingið at atkvøðia ímóti - at tvey landstýri til at atkvøða eftir egnari sannføring, og um útfallið av triðju viðgerð.

Ein tøkk verður eisini send til teir báðar sambandstinglimirnir, ið atkvøddu  Johan Dahl, "ið hevur arbeitt fyri at javnseta sammøður við pápar", og Erhard Joensen, "sum í dag atkvøddi eftir egnari sannføring í tinginum, og var við at fáa málið samtykt".

- Hetta er ein stórur dagur fyri liberal sambandsfólk og okkum í ungmannafelagnum, endar skrivið við.

LGBT Føroyar fegnast sum vera man eisini seinnapartin:

- Vit eiga ongi orð beint nú, men vit eru fylt av takksemi og vilja bert siga túsund takk til øllum tykkum, sum í dag valdu børnini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder