Innanlands

Ungar gentur stjala prýðislutir

Handlarnir Glimmur í Havn og Saltangará hava avbjóðingar av ungum gentum, sum stjala smúkkur úr handlunum

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2025-04-15 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur nú eyðmerkt tvær ungar gentur, sum í næstum kunnu vænta at fáa vitjan og verða skuldsettar fyri stuldur úr handli, sum selur prýðislutir.

Talan er um handilin Glimmur, sum hevur deild bæði í gongugøtuni í Havn og á Glyvrum. Hesir handlar hava til tíðir stórar trupulleikar av ungum gentum, sum fara avstað við lutum uttan at rinda fyri teir.

Orsaka av hesum, hava handlarnir eisini góð vakmyndatól.

Løgreglan arbeiddi í gjár við upptøkum úr hesum handlum, sum selja smúkkur og aðrar prýðislutir.

- Upptøkurnar eru so mikið góðar, at vit lættliga kunnu eykmerkja genturnar, sum hava stjolið í handlinum, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Vaktleiðarin greiðir frá, at vanliga er tað so, at stórir hópar av ungum gentum koma inn í handilin fyri at royna tær ymsu lutirnar, sum handilin hevur at selja. Og so er tað ofta, at genturnar fara út aftur og hava "gloymt" at leggja vørurnar aftur ella at rinda fyri tær.

Løgreglan arbeiðir nú við tveimum málum um handilsstuldur. Genturnar eru eyðmerktar, og løgreglan fer nú at seta seg í samband við tær og foreldur teirra. Tá talan er um so ung fólk, verða sosialu myndugleikarnir í kommununi hjá teimum eisini kunnaðir um hendingina.

Verða genturnar funnar sekar í handilsstuldri, kunnu tær rokna við, at tilburðurin fer at standa í teirra revsiváttan í hvussu so er í eitt til tvey ár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder