Uttanlands

Ungarn er ikki til reiðar at góðkenna Svøríki

Finnland hevur fingið grønt ljós frá Ungarn at gerast limur í Nato, men svenska stjórnin hevur í fleiri ár verið illviljað móti Ungarn, sigur talsfólk hjá ungarsku stjórnini

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban (Mynd: EPA)

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban (Mynd: EPA)

2023-03-29 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meirilutin í ungarska tjóðartinginum samtykti mánadagin, at Finnland kann gerast limur í Nato, men Ungarn er ikki til reiðar at góðkenna Svøríki, sum eins of Finnland søkti um Nato-limaskap á vári í fjør.

Orsøkin er svenskar atfinningar móti Ungarn, sum hava skatt áhugamálini hjá landinum, sigur Zoltan Kovacs, talsfólk hjá ungarsku stjórnini.

Líknandi atfinningar eru eisini komnar úr øðrum ES-londum, men sambært Kovacs hevur svenska stjórnin í fleiri ár verið illviljað móti Ungarn.

Einki hendir, áðrenn Svøríki "finnur ein annan tóna og hjálpir við at lekja gomlu sárini", sigur hann sambært Ritzau.

Tað er neyðugt við góðkenning frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum í Nato, og tað eru bert Ungarn og Turkaland, sum mangla at geva Svøríki grønt ljós.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder