Uttanlands

Ungarn keypir russisku Sputnik-vaksinuna

Harvið er Ungarn enn einaferð komið í stríð við ES-reglugerðirnar

Hóast ES-londini ikki keypa russisku vaksinuna, so eru tað onnur lond, ið gera tað. Her mynd av fyrsta partínum av Sputnik V, sum kom til Argentina á jólum (Mynd: EPA)

Hóast ES-londini ikki keypa russisku vaksinuna, so eru tað onnur lond, ið gera tað. Her mynd av fyrsta partínum av Sputnik V, sum kom til Argentina á jólum (Mynd: EPA)

2020-12-29 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungarn hevur fingið 6.000 skamtir av russisku koronavaksinuni, kallað Sputnik V.

Tað boðaði verjumálaráðharrin, Peter Szijjarto, frá á Facebook-vanga sínum í gjár.

- Samstarvið millum Russland og Ungarn heldur fram sambært okkara avtalu. 6.000 skamtir av russisku vaksinuni er júst komnir til landið, skrivaði hann sambært russisku Tass-tíðindastovuni.

Stjórnin í Ungarn vil hava koppsetingar til landið skjótast gjørligt, líka miðið um tær koma eystaneftir ella vestaneftir, sigur uttanríkisráðharrin.

ES-reglur siga hinvegin, at ein vaksina skal góðkennast av evropeiska heilivágsstovninum EMA, áðrenn hon verður send á marknaðin í nøkrum av teimum 27 limalondunum í ES.

Higartil er tað bert vaksinan frá Pfizer og BioNTech, sum er góðkend av EMA. Henda koppsetingin varð tikin í brúk í flestu ES-londunum sunnudagin. Ungarn byrjaði longu leygardagin at koppseta nøkur av starvsfólkunum í heilsuverkinum.

Tað er enn óvist nær Ungarn fer undir at koppsseta við russiska heiliváginum.

Sambært Szijjarto skulu ungarskir serfrøðingar fyrst kanna vaksinuna.

- Vøran verður flutt til stovnin fyri fólkaheilsu. Her fáa ungarskir serfrøðingar møguleika fyri at gera av, nær vaksinan skal brúkast, skrivar uttanríkisráðharrin.

Í farna mánaði gjørdu Russland og Ungarn avtalu um, at læknar og serfrøðingar úr Ungarn fingu loyvi at eygleiða framleiðsluni og royndirnar av Sputnik V.

Ætlanirnar hjá Ungarn um at royna og møguliga sjálvt framleiða russiska heilivágin, kann enn einaferð skapa trupulleikar við hini ES-londini.

Tað eru ikki onnur ES-lond, sum hava keypt russisku vaksinuna. Flest lond í vesturheiminum eru ivasom mótvegis Sputnik-vaksinuni. Millum annað tí Russland ikki enn hevur almannakunngjørt úrslitini av royndunum, sum eru gjørdar, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder