Innanlands

Ungdómar kyndu bál í miðbýnum

Fleiri harðskapsmál verið í Havn seinastu dagarnar

2024-03-05 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur hesar seinastu dagarnar verið útkallað orsaka av at ungdómur ikki hevur uppført seg heilt eftir bókini.

Klokkan 20.15 varð løgreglan send út til torgið aftan fyri Guðrun & Guðrun millum Niels Finsens gøtu og Tórsgøtu í miðbýnum í Havn. Her var ein hópur av dreingjum savnaður har tað millum annað varð spælt við eld.

Tey høvdu kynt í tveir plattar, ið hava verið brúktir sum benkur á økinum. Tað logaði, tá løgreglan kom fram. Løgreglubilarnir hava eldsløkkjara umborð, og løgreglufólkini sløktu eldin.

Tórshavnar Sløkkilið var eisini kallað á staðið, og tók sær av eftirsløkkingini.

Løgreglan arbeiðir eisini við tveimum harðskapsmálum frá vikuskiftinum, ið snúgva seg um ungdóm undir 18 ár.

Annað hendi nakað eftir midnátt fríggjakvøldið. Eftir øllum at døma kom til ilnar millum tveir dreingir, og annar teirra er nú skuldsettur fyri harðskap.

Arbeitt verður eisini við einum øðrum harðskapsmáli av líknandi slag, men løgreglan hevur enn ikki møguleika fyri at greiða frá um júst, hvat, ið er hent.

Var ómøguligur á Herberginum

Ein tilkomin maður verður í dag skuldsettur í einum heilt øðrum máli.

Hann liggur í løtuni í klivanum á løgreglustøðini og svevur rúsin av sær. Hann varð handtikin á Herberginum hjá Frelsunnarherinum seinnapartin í gjár, tí hann var harðligur.

Maðurin fær eina skuldseting tá hann einaferð er komin fyri seg aftur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder