Innanlands

Ungdómshúsið á Velbastað letur ikki upp fyrrenn í januar

Upplatingin er útsett vegna koronustøðuna, boðar Tórshavnar kommuna frá. Harvið heldur navnakappingin, um nýggja navnið til ungdómshúsið, fram

Hildið verður til í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í (Mynd: torshavn.fo)

Hildið verður til í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í (Mynd: torshavn.fo)

2021-12-18 12:15 Author image
Agnar Prestá

Seint í 2019 samtykti Tórshavnar býráð at seta nýtt ungdómstilboð á stovn á Velbastað. Stígur kom í ætlanina, tá koronafarsóttin tók seg upp, men kommunan hevur arbeitt víðari, og nú er klárt at byrja við tilboðnum.

Upplatingin av nýggja ungdómshúsinum á Velbastað er nú tó útsett. Aftur er tað koronustøðan, ið leggur meinbogar í vegin. Tað skuldi lata upp í gjár, men tað verður ístaðin 14. januar 2022. 

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínari.

Har er ein navnakappingin um nýggja navnið til ungdómshúsið, og í hesum sambandi heldur tað áfram til mikudagin 12. januar 2022.

Tilboðið kemur afturat tí, sum hevur verið á Velbastað, og at byrja við verður tilboðið opið mikukvøld og fríggjakvøld. Hildið verður til í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald