Innanlands

Ungdómshúsið í Sunda kommunu letur uppaftur í nýggjum hølum

Týskvøldið 8. februar letur ungdómshúsið upp í niðaru lon í Skúlanum við Streymin

Skúlin við Streymin (Savnsmynd)

Skúlin við Streymin (Savnsmynd)

2022-02-06 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskvøldið 8. februar letur ungdómshúsið í Sunda kommunu upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin.

Ungdómshúsið, sum fyrr helt til í Garnhúsinum á Oyri letur upp eftir longri steðg í skúlanu, har ungdómshúsið fer at húsast í nýumvældum hølum, saman við e-nám og tónlistaskúlanum Norðljómi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuna.

Ungdómshúsið, sum er opið tvey kvøld um vikuna, er ætlað ungum í 8. flokki og upp til 18 ár. Ungdómshúsið hevur opið týskvøld frá klokkan 18 til 22, og hóskvøld frá 18 til 23.

Frá ungdómshúsinum siga tey at tey gleða seg, at síggja øll, nú tey lata upp aftur, og gleða tey seg at skapa nógvar stuttligar, hugnaligar og minniligar løtur saman í nýggju hølunum í gamla skúlanum við Streymin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder