2020-06-18 14:02
Nýggja navnið til ungdómshúsið í Vági varð avdúkað í góðveðrinum í gjár.
Navnakapping varð herfyri útskrivað millum tey ungum, sum ru tilknýtt ungdómshúsinum í Vági, og sambært heimasíðuni hjá Vágs kommunu komu nógv góð hugskot inn.
Nýggja navnið er UDB, sum merkir Ungdómsbankin, og tað var Beinta Skaaning, sum hevði sent uppskotið inn.
Í fjør keypti Vágs kommuna gamla Sparikassan í Vági til ungdómshús, so navnið hóskar væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald