
Fyrr í ár samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta á stovn eitt Ungdómsráð, umboðandi ung frá 6. til 10. flokk. Umframt hesi, situr borgarstjórin og eitt umboð úr umsitingini í ráðnum.
Sambært reglugerðini fyri ráðið, skulu í minsta lagi tveir fundir verða hildnir árliga, og mikudagin 27. oktober varð so fyrsti fundurin hildin.
– Hugaligt var at hoyra, hvørjar tankar og meiningar tey ungu høvdu um viðurskifti í Eysturkommunu, sum eru viðkomandi fyri tey ungu. Fleiri viðurskifti vórðu til umrøðu og tað var eitt gott og gevandi kjak, sum borgarstjórin kundi taka við sær til víðari umrøðu og viðgerð í politisku skipanini, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Í Eysturkommunu ungdómsráð sita:
Umboð fyri 6. flokk: Ári Hansen
Umboð fyri 7. flokk: Dagur Tórheðinsson
Umboð fyri 8. flokk: Andrea Akselsdóttir
Umboð fyri 9. flokk: Birna Pálsdóttir Isholm
Umboð fyri 10. flokk: Hallur Foldbo
Umboð fyri Eysturkommunu eru: Per Martin Gregersen, borgarstjóri og Ove Heinesen, skrivari
Sambært Eysturkommunu er næsti fundur hjá ungdómsráðnum ásettur at verða í januar komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald