Í september verður Generation North Atlantic og Barents, ein ókeypis ráðstevna fyri ung úr Norðurlondum millum 18 og 30 ár, fyriskipað av Barents Regional Youth Council, Nordland Fylkeskommune, Barentssekretariatet í samstarvi við NORA.
Endamálið er at arbeiða saman um loysnir, ið kunnu virka fyri, at ungdómur trívist í norður- og útjaðaraøkjum. Eitt nú er fráflyting og vantandi møguleikar fyri bústaðir, útbúgvingar og arbeiði viðkomandi evni í hesum høpinum.
Ráðstevnan bjóðar ungum, virkisfýsnum føroyingum at luttaka í spennandi kjaki, áhugaverdum verkstovum, umframt ógloymandi upplivingar í Norðurnoregi 16.-22. september. Her fara ung úr øllum Norðurlondum at netverka, menna hugskot og skapa eina bjartari framtíð fyri Norður- og Útnorðurøkið, skrivar NORA í tíðindaskrivi.
Sjálv ráðstevnan er skipað í tveimum pørtum, soleiðis at tað er neyðugt at tekna seg til báðar partarnar. Freistin er 30. august. Tey fimm hepnu fáa eina heila viku í Noregi – all inclusive – og fáa har virðismiklar upplivingar og skapa varandi samband. Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald