Innanlands

Ungdómur heldur fram at gera ónáðir við hvøllum brestum

Heimagjørdar "bumbur" vóru aftur at hoyra í Havn í gjár. Løgreglan hevur koyrt úti í økinum í alla nátt, men fann ongan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-13 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í gjárkvøldið kom fráboðan um ungfólk sum bresta "bumbur". Vit skrivaðu eisini um tað í gjár, og hetta hevur fylt eitt sindur hjá løgrelguni.

Talan er um heimagjørdar "bumbur" sum verða gjørdar við frárenslureinsara/afløbsrens og staniolpappíri.

Hetta gevur ein hvøllan brest og kann eisini vera sera vandamikið um ein stendur ov tætt.

Løgreglan koyrdi í økinum í alla nátt og kom eisini fram á nakrar ungar dreingir, sum tó søgdu seg einki kenna til hetta.

Heitt verður á foreldur um at tryggja sær, at børn síni ikki ganga runt og gera slíkt. Tað kann vera vandamikið at fáa frárenslureinsaraløðin í eyguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder