Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein bólkur av tannáringum við kring borðið, tá leiðararnir í heimsins ríkastu londum hittast til árliga toppfundin í sveitsiska alpubýnum Davos.
Á fundinum, sum byrjar í dag, luttaka meira enn 1500 fólk frá peningaliga og politiska toppinum – men eisini ein bólkur av tannáringum frá øllum heiminum.
Tað upplýsir felagsskapurin World Economic Forum, sum skipar fyri toppfundinum.
- Framtíðin hjá jørðini er teirra framtíð, so tað hevur týdning at geva teimum møguleika at koma til orðanna, siga fyriskipararnir um luttøkuna av ungfólkunum.
Sambært World Economic Forum skulu tey ungu geva sítt íkast frá einum nýggjum sjónarhorni fyri at náa fram til ein yngri skara eisini.
Felags fyri ungdómin er, at tey hava gjørt vart við seg hvør í sínum lag. 17-ára gamla Ayakha Melithafa frá Cape Town við at savna stuðul til minkandi brúk av kolevni í lokalumhvørvinum, og 19 ára gamla Melati Wijsen úr Bali hevur staðið á odda fyri eini herferð, sum hevur ført til bann móti plastposum á oynni.
Ungu luttakararnir vera við til ymisk av tiltøkunum hesar fýra dagarnar, sum foppfundurin er. Og millum ungu luttakararnir er eisini 16 ára gamla Greta Thunberg úr Svøríki.
Hon fer í Davos at heita á leiðararnar um at støðga við at gera nýíløgur, sum krevja lívrunnið brenni. Hon fer at heita á leiðararnar um at selja partabrøvini í kola-, olju- og gassfeløgum.
Roknað verður við, at veðurlagið fer at fylla nógv á toppfundinum.
Ikki allir luttakararnir á toppfundinum hava ætlanir um at veðurlagið skal vera høvuðsevni á Davos-fundinum, teirra millum amerikanski forsetin, Donald Trump. Hann luttekur í ár, eftir at hann gav avboð í fjør. Roknað verður við, at hann fer at halda røðu klokkan 10.30 okkara tíð, skrivar Ritzau.
Tilsamans 150 framløgur verða á toppfundinum, sum varðir fram til fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald