Í heystfrítíðini hava tíggju ungir filmsspírar verið á filmsskúlanum Nóllywood í Nólsoy, sum Klippfisk skipaði fyri.
Nóllywood hevur síðan 2010 verið á hvørjum ári, og hevur havt ein avgerðandi týdning fyri menningina av ungum føroyskum filmsspírum.
Í ár vóru tað tey bæði Beinta Haraldsen og Andrias Høgenni, sum stóðu fyri Nóllywood. Afturat sær høvdu tey undirvísararnar og vegleiðararnar Jákup S. Thøgersen, Barbaru Hilduberg, Petur Sigurð í Króki og Juliu Rutt Petersen.
Luttakararnir búðu og arbeiddu saman í eina heila viku, har tey fingu undirvísing í filmsframleiðslu og fingu møguleika at gera film í felag. Fyrstu dagarnar fingu luttakararnir undirvísing í nógvum ymiskum lærugreinum innan filmsframleiðslu, so sum leikstjórn, kamera, ljós, ljóð, framleiðslu, framleiðslusniðgeving v.m. Seinastu dagarnar arbeiddu tey við sínari egnu filmsframleiðslu, har tey høvdu ábyrgd av øllum økjum í framleiðsluni frá byrjan til enda.
Framleiðslan á Nóllywood 2020 hevur fingið heitið ”Kall”. Hugskotið handan filmin vóru spurningarnir: Hvør er persónurin, sum velur at skriva sítt nummar á veggin á einum almennum vesi? Og hvør velur at ringja til tað nummarið?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald